
Stjóri og eigari
Majbritt Jakobsen
Høvuðskvinnan handan Sp/f Marjun Heimá er Majbritt Jakobsen, sum eigur og rekur fyritøkuna. Hugur hennara at seyma birtist longu á ungum árum.
Seymiáhugin og ein útbúgving sum marknaðarøkonomur komu tí væl við, tá ið hon og maðurin í 2005 keyptu gamla seymihandilin Marjun Heimá aftan fyri Klubban í Havn.
Mirjam Carlsen lærdi Majbritt at gera føroysk klæðir.
Samstarvið teirra millum hevur í mong ár verið fyrimyndarligt.

Klædnasniðgevi og áteknari
Berit H. av Reyni
Berit varð útbúgvin klædnasniðgevi í 2005, og hevur starvast hjá Marjuni Heimá síðani 2013.
Berit hevur sniðgivið fleiri av nýggju broderimynstrunum hjá Marjuni Heimá, og fæst einamest við átekning, at sniðgeva mynstur, at brodera, seta litir saman og at ráðføra viðskiftafólki.

Skraddari
Beinta Vilhelmsen
Beinta Vilhelmsen tók útbúgving sum skraddari í 2003.
Harumframt hevur hon útbúgving innan mynsturkonstruktión og tilrætting, og hevur sniðgivið fleiri av føroysku klæðunum til børn.
Fyrstu sjey árini hevði hon egna seymistovu, til hon í 2010 varð sett í starv hjá Marjuni Heimá.
Beinta er serkøn í kvínnuklæðunum, eitt nú í stimatroyggjuni, møtlinum og í stakkinum.

Klædnahandverkari
Astrið Gullborgardóttir
Astrið hevur útbúgving innan klædnahandverk úr Danmark, har hon stóð í sveinaroynd sína við medalju.
Á seymistovuni hjá Marjuni Heimá fæst hon við at umvæla klæðir, seyma vestar, at ráðføra fólk um litir, taka mát og at rætta til.
Astrið er serkøn at uvæla eldri føroysk klæði, herundir at passa til, tá ið fólk koma við klæðum, sum tey hava arvað.

Marknaðar/handilsfólk
Marin Jakobsen
Marin er dóttir Majbritt Jakobsen, sum eigur Marjun Heimá, so hon hevur gingið til handa í fyritøkuni, síðan hon var lítil smágenta.
Tað liggur raðið fyri hjá Marini at flyta fyritøkuna yvir í talgilda heimin við tilfari til sosialu miðlarnar. Eisini avgreiðir og vegleiðir hon viðskiftafólk um mynstur og litir.

Handilsfólk og brodøsa
Kristfríð Aroha Dam Jakobsen
Kristfríð starvast hjá Marjuni Heimá, síðan hon var 15 ára gomul skúlagenta.
Hon er dugnalig og nærlægd til alt handarbeiði, og serkøn innan brodering og binding.
Saman við Marini hevur Kristfríð framleitt undirvísingarfilmar um at brodera.

Kjole og dragt-syerske