Privatlívspolitikkur
Kunning
Clearhaus payments verður nýtt til at savna inn upplýsingar, so sum fulla navn, telefon nummar og adressu. Hetta fyri at vit kunnu veita tær vøruna tú hevur keypt ígjøgnum heimasíðuna. Vit goyma tínar upplýsingar, so leingi tað er neyðugt í mun til tey endamál, sum upplýsingarnar eru savnaðir til. Hetta merkir at vit goyma upplýsingarnar so leingi vit veita tær eina tænastu og tú ert kundi hjá okkum. Um tú ikki longur ert kundi hjá okkum, goyma vit ofta upplýsingarnar í 5 ár eftir hetta. Hetta gera vit fyri at lúka krøvini í roknskaparlóggávuni.
Marjun Heimá gevur bert tínar persónupplýsingar víðari, um vit hava skyldu til tess sambært viðkomandi lóggávu, gjørda avtalu/sáttmála, til almennar myndugleikar, t.d. TAKS. Marjun Heimá flytir einans persónsupplýsingar víðari til útlond ella triðjalond, um hetta er neyðugt við veiting og tænastu.
Vit nýta upplýsingarnar um tína eind til at menna og bøta um okkara heimasíðu, so sum hagtøl, hvussu okkara kundar bera seg at á heimasíðuni og harvið meta okkara marknaðarføring og lýsingar átøk. Til dømis nýta vit Shopify til at reka okkara nethandil. Tú kanst lesa meiri um hvussu Shopify nýtir tínar persónligu upplýsingar á https://www.shopify.com/legal/privacy.Marjun Heimá er dátuábyrgdari fyri viðgerðini av teim persónsupplýsingum, vit hava skrásett um teg. Sum dátuábyrgdari er tað skylda okkara at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini.
Hevur tú spurningar um tíni rættindi ella hvussu vit viðgera tína persónupplýsingar, so kanst tú seta teg í samband við okkara dátuverndarfólk:
Dátuverndarfólk:Majbritt Jakobsen
Teldupostur: maboma@mail.fo
Tlf: +298 312531