Umbýtingarrættur
Umbýtingarrættur
Vøran kann umbýtast innan 14 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kanst tú gera við at senda pakkan aftur ella við at koma forbí í Marjun Heimá við vøruni. Peningurin verður fluttur aftur á tína konto fyrst komandi dagarnar. Er vøran niðursett er ongin umbýtingarrættur.
Gávukort
Tá ið goldið verður við gávukort, skal gávukortið handast okkum.
Gávukortið hevur ongan lokadag, men kunnu ikki býtast um við reiðan pening.
Reklamatión
Er feilur á vøruni verður tú biðin um at seta teg í samband við okkum, antin við at senda okkum eini boð á facebook ella ringja á +298 312531. Síðani kanst tú senda pakkan aftur ella koma forbí í Marjun Heimá við vøruni. Peningurin verður fluttur aftur á tína konto fyrstu komandi dagarnar. Tíðin fyri reklamatión er 2 ár.
Fyrivarni verður tikið fyri feilum
Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum vørum. Pengar vera ikki trektir av konto, fyrr enn eitt starvsfólk hevur góðkent bíleggingina.
Gjalding
Í gjaldsgongdini skalt tú útfylla fylgjandi: Kreditkortnummar, lokadag (útleypsdato) og gátal (kontrolcifre). Hetta sær ongin og er púra trygt. Peningurin verður trektur, tá ið eitt av okkara starvsfólkum hevur góðkent bíleggingina.
Eru ivamál ella hevur tú trupuleikar við at keypa á síðuni, kanst tú seta teg í samband við okkum á +298 312531